VIT BIÐJA TIL EIN RÍKAN GUD

 Tak ljóðfíluna niður hervit biðja til ein ríkan Gud

Vit biðja til ein ríkan Gud. Hann er ríkur í mátti, álvarsemi, veldi og styrki. Ríkur í trúfesti, kærleika, rættvísi og sannleika. Ríkur er Hann í tokka, miskunn, mildleika og samkenslu. Ríkur í friði, náði og langmóð. Ríkur er Hann í ráði og vísdómi. Hann kennir fortíð, nútíð og framtíð tína.

Gud er 110% álítandi, ektaður og erligur. Í Sínum kærleika og vísdómi ynskir Gud, tað besta fyri teg, og onkutíð er Hansara besta, ikki menniskjaliga sæð sum tað besta. Men Gud sær meir. Hann sær hjørtuni og hevur tað æviga fyri eyga. 

So minst til, at tá tú biðjur, so biðjur tú til ein ríkan Gud.

Vit biðja til ein ríkan Gud

Skriva viðmerking

Author: Dina Bech

Dina Jensdóttir Bech fødd í 1996 (22 ár). Hon er 3 árs læraralesandi á Setrinum. Sum 9 ára gomul tók Dina ímóti Harranum við trúgv av náði. Sum 10 ára gomul lat Dina seg doypa, tí hon ynskti at vera Harranum lýðin.
Í dag virkar Dina millum gentur og ungar kvinnur í Føroyum, og so umsitur hon heimasíðuna Vakurleiki.fo. Til dagligt dámar Dinu at njóta drekkamunnar, ljósareytt, at skriva, flenna, roksa, koyra biltúrar við systur síni, 1.Jóh.4,9-10 og at drekka cappocino (kaffi). <3