A WOMAN AFTER GOD’S OWN HEART

Í dag hava vit ein gestablogg við Sigrið Nicodemussen, her hon fer at viðmæla eina góða bók til okkum at lesa:

A Woman After God’s Own Heart
Elizabeth George hevur skrivað ensku bókina “A Woman After God’s Own Heart”, hvørs uppruni kemur úr Ápostlasøguni 13:22

”… I have found David the son of Jesse, a man after mine own heart, which shall fulfil all my will.”

A woman After God's own heartElizabeth hevur síðani broytt tað til at vera til kvinnur. Maður hennara, Jim George, hevur skrivað eina útgávu til menn eisini (sí link til bøkur teirra niðast!)

Líkasum “The 5 Love Langugaes”, eg havi skrivað um á hesi síðu, er henda bók helst ætlað giftum konum, sum kanska eisini hava børn. Men sum ungar gentur kunnu vit kortini lesa bókina, fyri at vita hvussu vit kunnu stremba eftir at blíva kvinnur eftir Guds egna hjarta.

.

Bókin er býtt upp í 4 partar, sum eru:

  • Herself
    17. A Heart Strengthened by Spiritual Growth
    18. A Heart Enriched by Joy in the Lord
    Her Ministry
    19. A Heart that Shows it Cares
    20. A Heart That Encourages
  • Her Home
    13. A Heart That Makes a House a Home
    14. A Heart That Watches Over the Home
    15. A Heart That Creates Order from Chaos
    16. A Heart That Weaves a Tapestry of Beauty
  • Her Children
    9. A Heart That Values Being a Mother
    10. A Heart That Prays Faithfully
    11. A Heart Overflowing with Motherly Affection – Part 1
    12. A Heart Overflowing with Motherly Affection – Part 2
  •  Part 2: The Pursuit of God’s Priorities
    Her Husband
    5. A Heart That Serves
    6. A Heart That Follows
    7. A Heart That Loves – Part 1
    8. A Heart That Loves – Part 2
  • Part 1: The Pursuit of God
    1. A Heart Devoted to God
    2. A Heart Abiding in God’s Word
    3. A Heart Commited to Prayer
    4. A Heart That Obeys
  • Part 3: The Practice of God’s Priorities
    21. A Heart That Seeks First Things First
    22. Following After God’s Heart
  • Part 4: In Praise of God’s Priorities
    23. A Trip Through Time
    24. Through it All

Bókin fortelur okkum, at vit mugu raðfesta Gud fyrst, síðani mannin, so børnini, heimið, virksemið innanfyri samkomuna og til síðst onnur ting. Dentur verður lagdur á, at alt vit gera má vera gjørt sum ein kvinna eftir Guds egna hjarta.

Sálmur 63:2 sigur:

“Gud, Tú ert Gud mín, eg søki Teg árla, sál mín tystir eftir Tær, holdi mínum leingist eftir Tær í turrum landi, sum liggur máttleyst, uttan vatn!” –

Tað er umráðandi at vit altíð í lívinum hava Gud fyrst, og so skal alt nokk fara at ganga, sum Matteus 6:33 eisini sigur. #TrustGod

.

Eg fari at viðmæla øllum ungum gentum og kvinnum at keypa og lesa bókina, tí hon er verd at lesa! Har er nógv í, sum kundi verið ein uppskrift uppá “tað fullkomna” lívið sum vaksin við einum maka og børnum, hóast alt aldri kann vera 100% fullkomið. Tá ið vit søkja Gud fyrst og royna at vera kvinnur eftir Guds egna hjarta, fara fólk at leggja merkið til tað.

 

Besta bókin til alt hetta er sjálvandi Bíblian, men henda bókin kann lata okkara eygu upp fyri nøkrum sannleikum. Elizabeth George bleiv frelst tá ið hon hevði verið gift í 8 ár og fingið báðar døtur sínar. Hon sigur, at lívið sum ein trúgvandi kvinna broyttist fullkomiliga í mun til lívið, hon áður hevði livað. Lívið gav meining nú! Hon elskar mann og døtur sínar. Hon vil, at eins og Dávid í Ápostlasøguni, skulu vit, sum lesa bókina gerast kvinnur eftir Guds egna hjarta (a man after God’s own heart, tá talan var um Dávid) – og bókin endar soleiðis:

“And now, my friend, from one woman after God’s own heart to another, may God richly bless you as you follow Him through it all with all your heart. May you enjoy the presence of the Lord as you proceed full-faith ahead into each fresh, beautiful day. Like the Proverbs 31 woman, smile – God is in control, and the best is yet to come!”

Eg fari at enda við Orðtøkunum 31:30 (á enskum), sum er úr kenda kapitlinum um vísu kvinnuna, ið óttast Gud:

“Favour is deceitful, and beauty is vain: but a woman that feareth the Lord, she shall be praised”

.

Nakrar bøkur hjá Elizabeth George:
Trýst her(uml. $6.99 – $8.99 í miðal)
– Trýst her: (liggur um $3.59, men eg meini, at bøkurnar eru brúktar)

Nakrar bøkur hjá Jim George:

Líka eitt afturat:
Hugsið um, hvat tit brúka tíð tykkara uppá – her er eitt vælforklárandi skema við spurningum, har vit kunnu taka eina støðu og seta hana inn har. Sært tú mótsetningin millum “at lesa í Bíbliuni” og til dømis “at vera í býnum og gera keðilig ting”? Nakað so einfalt sum “at hyggja at filmi á Netflix” regluliga er eisini vert at seta inn. #BrúkiðTíðinaRætt

A woman After God's own heart

Harrin hjálpa einum og hvørjum, ið ynskir at gerast ein kvinna/maður eftir Guds hjarta.

Fylg Sigrið á Instagram: HolyBibleLover

Skriva viðmerking

Author: Sigrið Nicodemussen

Sigrið Nicodemussem er fødd í 1999. Hon vaks upp í einum trúgvandi heimi, og bleiv frelst á ungum árum. Sum 13 ára gomul bleiv hon doypt í Ebenezer, og eftir tađ byrjađi eitt spennandi lív fult av signingum frá Gudi. Sigrið dámar væl at lesa bøkur, vera saman við børnum og læra ymiskt nýtt frá kristnum YouTube’arum.