UM

 Hey! 

Hey! Hjartaliga vælkomin til heimasíðuna Vakurleiki.fo! Hygg teg um á síðuni og vitja meg á Youtube, og fá eitt smíl á varrarnar.

.

Hvør eri eg?

Navnið er Dina Jensdóttir Bech og eg eri 22 ár. Eg eri ein kristin, føroyskur og kreativur bloggari og Youtubari. Afturat tí, so er bara at siga, at mær dámar væl kaffi og ís, og so eri eg læraralesandi á setrinum.

Við mær eru aðrar ungar kvinnur, ið hjálpa mær við at skriva bloggar, bókaummæli og rættlesa. Her ímillum eru Ester SewarMirjam Kambsskarð og Sigrið Nicodemussen. (Les meira um aðrar høvundar og hjálparfólk her.)

“Í dag havi eg brúk fyri eitt sindur av kaffi, og nógv av Jesusi!”

 .

Hvat er nær?

  • Týsdag verður eitt stutt video lagt út á Youtube, um eitt Bíbilsk evni.
  • Hósdag hava vit bloggar. Outfit, stuttsøgu, blogg ella gestablogg.
  • Fríggjadagkemur viðhvørt eitt stuttligt ella kreativt video út á Youtube.

.

Hvat er

endamálið?

Endamálið við blogginum er fyrst og fremst at tosa um mín Jesus, mín Harra og Frelsara. Eisini ynski eg at skapa meira føroyskt nettilfar, sum er andaligt, handaligt og stuttligt.

Mítt ynski er, at tilfarið, skal verða tøkt í teksti, ljóðfílu og video. Soleiðis, at øll menniskju ótarnað kunnu lesa, síggja ella hoyra tað, ið sagt verður.

Benita og Heidi, outfit 6

.

Hevur tú lisið JAVNAN SETTIR SPURNINGAR?

 

Meira

Bloggurin hevur verið nógv umrøddur á ymsum miðlum, og her ber til at hoyra og síggja nøkur av innsløgunum.

Summartímin við Finnur, trýst her

25 minuttir (KVF) við Rebekku, trýst her

Røddin við Katrin og Gurðun, trýst her

Dagur og Vika, trýst her

Ó, trýst her

Røddin við Beinir, trýst her

Muffins, trýst her

Góðan Morgun Føroyartrýst her

 

Skriva viðmerking