REDEFINING BEAUTIFUL

Vakurleiki – Hvat sær Gud, tá Gud sær teg?

Í dag hava vit ein gesta-bloggpost við Keziu Vang og Ragnhild Andreasen. Tær báðar ganga í einum kristnum highschool yviri í Kanada.Q  Tær skriva:

Filippibrævið 4,8 sigur:

“Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt,
sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!”

.

Við øðrum orðum: Latið okkum liva lív okkara í vakurleika Guds.  Í hesum versinum, kemur Paulus inn á fleiri punkt, sum kunnu føra til “tað rætta lívið.”  Hvørt punkt er eins týdningarmikið sum hini. Uttan sannleika, vita vit ikki hvat rætt, sámiligt og reint er. Og uttan reinleika, røkka vit ei rætta kærleikanum o.s.v.  

.

Fyri at koma til hægsta trinið í einum “røttum lívið”, noyðast vit at hava hvørt einasta punkt í lívið okkara fullkomið. Í júst hægsta triniðhesum, fella fleiri í fátt; tá tey síggja, at fótasporini fór á skeivu leiðina. Og, at tey ei klára at halda lóg/ynski Guds, halda tey, at Guds áhugi er burtur.  Men týdningarmikið er, at vit vita, at ætlan Guds ikki er, at vit útføra alt hetta.  Sjálvsagt ynskir Hann, at vit fylgja ynskjum Hansara, men Hann veit, at hetta ei er møguligt við syndini vit liva í. (Róm.3,23)

:

Hetta er orsøkin til, at Gud lat Sín einborna Son doyggja fyri okkum; fyri at vit kunnu koma til Hansara við feilum okkaravakurleiki okkara er ævigurÓðansæð hvussu hart vit arbeiða fyri at røkka málinum, so fella vit.  Men við deyða Jesusar, broytir hettar ikki vakurleikan, sum Gud sær í okkum.  Hetta er tí, at Gud sær okkum ígjøgnum Jesus, ígjøgnum Hann, sum aldrin er fallin ella fer at fella.U (Jer.31,3)

Vakurleiki okkara er ævigur í Guds eygum!

 .

redefining beautiful jenna lucado

Ein góð bók um evnið ‘vakurleika’ Redefining Beautiful”, skrivað av  Jenna Lucado dóttur Max Lucado. Bókin umtalar millum annað, hvat Gud sær tá ið Hann hyggur at tær.  Hendan bókin er viðmæld!C

.

 Vinarliga heilsan Kezia Vang og Ragnhild Andreasen

Skriva viðmerking

Author: Ragnhild Andreasen

Ragnhild Andreasen, fødd í 2000, er uppvaksin í einum kristnum heimi, og hevur tí altíð hoyrt um Harran. So langt aftur sum hon minnist, hevur hon trúð tí, ið henni hevur verið fortalt.
Sum 13 ára gomul, lat Ragnhild seg doypa, tí hon ynskti at fylgja Harranum restina av lívi sínum.
Í ár 2016/2017 var hon í Three Hills, Kanada, í skúlanum “Prairie Christian Academy”. Afturat at ganga í skúla, luttók hon í bíbliubólkum, ungdómsmøtum og ymsum arbeiði innanfyri samkomuna.
Ragnhild er nú aftur í Føroyum og gongur á Glasir. Afturat tí andaliga lívinum, dámar henni væl at vera saman við vinum og familju, at spæla floytu og at trena.