RUTT // Tær 6 bønirnar

So í summar tosaðu vit um bókina Rutt og eg hugsaði at gera ein síðsta part til tað seriuna. Um tit ikki hava sæð teir partarnar, so vil eg viðmæla tykkum at hyggja at teimum og lesa Rutts bók. Hetta videoið verður um tær seks bønirnar í Rutts bók. Tað serliga við teimum er, at tær vera allar svaraðar. Gud svarar bønunum á tveir háttir: gjøgnum undur og Hansara umsorganarfullu hond. Í Rutts bók eru eingin yvirnátúrlig undur, eingir profetar, ið profetera. Ístaðin snýr bókin seg um, hvussu Gud hevur allan mátt og svarar bønum á ein nátúrligan hátt í okkara gerandisdegi.

 

1. [Rutt 1:9] “HARRIN gevi tykkum, at tit finna eitt heim, hvør í húsi mans síns!” So kysti hon tær. Men tær skóru í grát”

– Her biður Naomi fyri Rutt og Orpu, at tær mugu blíva giftar, og báðar vera, tá bókin endar. (Orpa allarhelst eisini)

 

2. [Ruth 2:12] “HARRIN løni tær tað, ið tú hevur gjørt, og løn tín verði ríklig frá HARRANUM Gudi Ísraels, undir hvørs veingjum tú komst og leitaði tær lívd!”

– Her biður Boaz fyri Rutt, at Gud má løna henni fyri at hon hevur verið verandi hjá Naomi og syrgt fyri henni. Tá søgan endar, verður Rutt signa ella lønt við einum manni og soni, har Boaz sjálvur syrgir fyri Rutt. So Boaz er bønarsvarið uppá bøn hansara fyri Rutt.

 

3. [Ruth 2:20] “Tá segði No’omi við sonarkonu sína: “HARRIN, sum ikki hevur tikið miskunn Sína, hvørki frá teimum, ið liva, ella frá teimum, ið farnir eru, Hann signi hann!” Og No’omi segði framvegis við hana: “Hesin maður er nær skyldur við okkum, hann er ein loysari okkara.””

– Her biður Naomi aftur, hesaferð fyri Boaz, at Gud má løna honum fyri at hann hevur víst slíkan blíðskap til Rutt. Tá søgan endar er Boaz løntur við einari konu og barni.

 

4. [Ruth 3:10] “Tá segði hann: “HARRIN signi teg, dóttir mín! Tú hevur nú víst enn meiri kærleika enn áður – at tú ert ikki farin eftir hinum ungu dreingjunum, hvørki fátækum ella ríkum!

– Her er Boaz heilt ovfarin av fyrispurningum hjá Rutt, ið undirforstaðið vísir á hennara áhuga í honum. Harrin svarar Boaz’ar bøn og lovar Boazi at loysa Rutt og vinna hana sum konu.

 

5. [Ruth 4:11-12] “Tá segði alt fólkið, sum í býportrinum var, og hinir elstu: “Ja, tað eru vit vitni um! HARRIN lati kvinnuna, ið nú kemur í hús títt, verða sum Rakul og Leu, tær báðar, sum bygdu hús Ísraels! Tær veitist vald í Efrata, og navn títt verði prísað í Betlehem! Hús títt verði sum hús Perez, hann, ið Tamar átti Juda, við eftirkomarunum, ið HARRIN fer at geva tær við hesi ungu kvinnu!”

– Her biðja elstarnir í býnum at Rutt má verða loyst av Boaz og at hon má blíva ein gudlig kvinna virði og eginleikum júst sum Rakul og Lea. Hendan bøn verður svara við at Rutt verður langomma Dávid kongs.

 

6: [Ruth 4:14] “Tá søgdu kvinnurnar við No’omi: “Lovaður veri HARRIN, sum ikki læt tær fattast loysara í dag! Og navn hansara veri prísað í Ísrael!”

– Her biðja vinkonurnar hjá Naomi og Rutt, at hon ikki má vera uttan loysara. Hetta verður svarað í Boazi, men peikar eisini ímóti tí stóra og veldiga skyldfólkinum, ið er loysari fyri alla mannaættina, nevniliga Jesus Kristus. Hendan bønin er svara við, at Jesus loysti okkum á krossinum og betaldi fyri okkara syndaskuld við. Hetta gjørdi Hann, við at Hann doyði á krossinum fyri okkum og loysi hvønn og ein, sum trýr á Hansara fullgjørda verk á Golgata. 

 

Prayers in the book of RUTH

Skriva viðmerking

Author: Dina Bech

Dina Jensdóttir Bech fødd í 1996 (23 ár). Hon er 3 árs læraralesandi á Setrinum. Sum 9 ára gomul tók Dina ímóti Harranum við trúgv av náði. Sum 10 ára gomul lat Dina seg doypa, tí hon ynskti at vera Harranum lýðin.
Í dag virkar Dina millum gentur og ungar kvinnur í Føroyum, og so umsitur hon heimasíðuna Vakurleiki.fo. Til dagligt dámar Dinu at njóta drekkamunnar, ljósareytt, at skriva, flenna, roksa, koyra biltúrar við systur síni, 1.Jóh.4,9-10 og at drekka cappocino (kaffi). <3