MØTIGANGARIN

 Ein útbrendur, snøgtkliptur møtigangari,that’s me“. Eg siti har á fimtu rekkju, mitt í salinum á einum lágum, reyðum stóli. Mítt lív, nei, tað er ikki so galið. Eg livi pent. Nokkso pent. Ella heilt fínt. Eg eri í øllum førum ikki so ringur, sum nøkur sum eg kenni. Eg goymi bert uppá duldar syndir, ongar stórar, sum onnur síggja. Eg geri tað, sum eg havi hug til, tí eg kann. Eg eri frælsur… Eingin kann døma meg, so eg geri, eri sum eg vil, og fari hagar eg vil. Ein reikari, ja tað eri eg, millum dag og nátt. Eg vil ikki, at hvørki dagur ella nátt skal fáa fastar tøkur á mær. Hvørki ljós ella myrkur, hvørki hiti ella kuldi. Eg eri lunkaður. Eg látist at vera inni, men mín tráan er at verða úti, úti í heiminum. Eg eri ein navnakristin.

 .

Orð Guds er mín lummabók, sum eg boyggi og snari, sum mær passar best. Hon eitur “vegleiðari”, men fyri meg er hon ein “hugleiðari.” Eg taki og vraki, sum mær líkar. Mær dámar ikki at taka bókina ov nær at hjarta, tí hon forðar mær mín sokallaðan egna vilja, ið eg kallið “frælsi”. “Hugleiðarin” prikar sum ein kaktus, tá eg lesi hann, tí hann vísir mær á duldar syndir í mínum lívi. Tí lesi eg mest nakrar ávísar partar í bókini. Gullið á síðunum er slitið, men ikki av áhuga ella kærleika, men av noyðslu og tvingsli. Síðurnar eru ikki rukkaðar av tárum, men av lítiðlæti. Filmar, verðsins bøkir og alnótin er lykt og ljós á leið míni. Og úrslitið er at eg smelli um í hjartanum, í tankagongd, í talu, í gerð og í atburði. Eg verið líkasælari í hvørjum og havi hugburðin: “Tað ger einki… Hvat rakar tað teg… Eg eri ikki nøkrum til ástoyt… Eingin sær meg…”‘

Eg kenni lítið og einki Orð Guds, men eg látist at kenna Gud. Eg lesi ikki Orðið, og tí kenni eg ikki hjarta Guds ella vilja Hansara. Eg livi í mínum egna vilja, og eftir mínari egnu mynd av hvør Gudi er. Gud hevur einki pláss í mínum lívið, bert eina lítla løtu sunnudag og eina hálvhjartaða løtu áðrenn eg leggi meg at sova. Eg haldi meg hava tað fínt uttan Gud… inn… til… deyða…

Hvat fer Gud at siga við teg?

Skriva viðmerking

Author: Dina Bech

Dina Jensdóttir Bech fødd í 1996 (23 ár). Hon er 3 árs læraralesandi á Setrinum. Sum 9 ára gomul tók Dina ímóti Harranum við trúgv av náði. Sum 10 ára gomul lat Dina seg doypa, tí hon ynskti at vera Harranum lýðin.
Í dag virkar Dina millum gentur og ungar kvinnur í Føroyum, og so umsitur hon heimasíðuna Vakurleiki.fo. Til dagligt dámar Dinu at njóta drekkamunnar, ljósareytt, at skriva, flenna, roksa, koyra biltúrar við systur síni, 1.Jóh.4,9-10 og at drekka cappocino (kaffi). <3