MAMMA MÍN SIGUR ALTÍÐ NEI

 Mamma mín sigur altíð nei, tá eg spyrji hana…” hoyrdi eg frá einum lítlum drongi í barnagarðinum, sum hann stóð og snakkaði við ein annan. Hin drongurin svaraði honum: “Tað ger mín ikki…”  

Og eg hugsaði við mær sjálvari: “Um mamma tín bara sigur nei, so spyrtikki rætt. Tú skuldi spurt hana um nakað, ið hon vil, so hon kann siga ja”

Og tað var sum Gud gjøgnum hesar dreingir segði við meg: “Dina, soleiðis er tað eisini við bøn.” .

Ov nógv fólk siga, at Gud ongantíð svarar teirra bønum, men spurningurin er, spyrja vit rætt? Orð Guds sigur:

“tit biðja og fáa ikki, tí tit biðja illa – fyri at spilla tað burtur í lystum tykkara.” (Jákupsbr. 4:3)

 …Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv...” (Jákup 5:16)

Mamma mín sigur altíð nei

Facebook – Mamma mín

#DinaPosts

Skriva viðmerking

Author: Dina Bech

Dina Jensdóttir Bech fødd í 1996 (23 ár). Hon er 3 árs læraralesandi á Setrinum. Sum 9 ára gomul tók Dina ímóti Harranum við trúgv av náði. Sum 10 ára gomul lat Dina seg doypa, tí hon ynskti at vera Harranum lýðin.
Í dag virkar Dina millum gentur og ungar kvinnur í Føroyum, og so umsitur hon heimasíðuna Vakurleiki.fo. Til dagligt dámar Dinu at njóta drekkamunnar, ljósareytt, at skriva, flenna, roksa, koyra biltúrar við systur síni, 1.Jóh.4,9-10 og at drekka cappocino (kaffi). <3