HVUSSU SLEPPI EG UNDAN JÓLASTRESSI? // Kalendarin, lúka 20 💝

 

Kennir tú teg strongdan ella stressaða á jólum? Sum um tað ikki er nokk tíð at slappa av og bara njóta jólini? Kanska tú er ein genta, mamma ella omma? Kanska tú hevur uppgávur at skriva í skúlanum ella nógvar veitlsur og føðingardagar at møta upp til? Kanska, tað er bara tað dagliga stríðið sum uppvask, órudd og runa í gondini, sum kennist møðsamt hesa tíðina.

Tú kennir tað, sum tíðin ikki strekkir til. 24 tímar eru ikki nóg mikið. Tú viðurkennir, at tú hevur jólastress og stríðist við jólares.

 

Vinur, tað er nógvur ójavni í heiminum, men tað er eitt øll menniskju hava til felags. Tað er talið av tímum hvønn dag. Hvørt menniskja hevur fingið 24 tímar um døgni, hvønn dag frá Gudi.

Vit liva í einum samfelag, har alt gongur við rúkandi ferð, eisini á jólum. Í mun til forfedrar okkara áttu vit at havt meira tíð til yvirs til okkum sjálvi. Men alt skal ganga skjótt. Vit skunda undir vinir, børn, makað, ja, familju, tí vit hava ALSO ikki allan dagin. Trupulleikin er óivað, at í dag, snýr tað seg ikki um at yvirliva longur. Nei, vit mugu arbeiða meira, so vit kunnu liva og uppliva.

Nútímans samfelagið hevur ávirkað okkum til at halda, at Gud gjørdi eitt STÓRT mistak, tá hann einans gav okkum 24 tímar um døgni. Serliga á jólum. Tað skal ruddast, bakast, jólagávur skulu keypast og so eru tað jólaveitslurnar og familjudøgurðarnir. Vit kenna tað sum børnini, maðurin, vinirnir, samkoman, frítíðarítriv, ítróttur, arbeiði, bindiklubbar og alt og øll trópar eftir meira enn okkara 24 tímum, ja mínum 24 tímum… sum eg eigi. Kanska tú hugsar – hevði eg havt 26 – so hevði eg havt 2 til mín sjálvs. Men sannleikin er, at átti tú tveir eyka, vóru teir fyltir við sama resi sum hinir 24. Nei, tað er ein Gudsgáva, at dagurin einans er 24. Vinkan, gert tú meira enn tú ert ment at gera hesar 24, so gert tú meira enn tað, Gud hevur kallað teg til. So steðga á. Slappa av eina løtu her við mær.

 

Robert Banks skrivar, at sonur hansara tók til hetta: Kristin eru sum eitt tog – altíð á ferð, altíð í skundi og altíð ov sein.”

John Mark Comer tekur til: “Vit hava ein trupulleika: tíð. – Og loysnin er ikki meira tíð!”

 

Vit liva í einum heimið, har at útinna (performance) hevur nógv at siga. Tvs. vit kenna tað mangan í dagsins samfelag, sum gera vit ikki nóg mikið. Vit kenna tað sum vit eru tað vit gera, sum er ein lygn. Vit eru so nógv meira enn tað vit nakrantíð kunnu gera og vera. Í trúgv á Jesus eru vit Hansara børn! Prinsessur og prinsar, arvingar Hansara.

 Trupulleikin vit møta í okkara samfelag í dag er ikki mongdin av tíð Harrin hevur givið okkum, men okkara sjónarhorn á tíð og sjálvt lívið, og hvussu vit nýta tað tíðina vit hava.

 

So hvat sigur Bíblian um tíð?

Eitt Bíblian ger ógvuliga greitt er, at Gud er uttanfyri tíð og vit eru avmarka av tíð.

Gud er ein ævigur Gud, og Hann er ikki avmarkaður av tíðini, ið vit hava. Hann ræður yvir tíðini.  (1.tim.1:17; 2.Pet.3:8). Gud sær fortíðina, nútíðina og framtíðina. Hetta er okkara Gud. – um tú trýrt, so er Gud tín faðir. Gud kann tí grípa inn í søguna. Tí kundi Hann koma inn í heimin, vera føddur sum barn og doyggja á Golgata (1:3,8). Hann kundi, tí Hann ræður yvir øllum og er uttanfyri tíð, rúmd og tilfar. (Es.40:12)

Í mun til Gud, so eru vit avmarkað í tíð til 24 tímar um døgni og til eitt ávíst dagatal, sum Harrin hevur givið hvørjum einstøkum av okkum at vera húshaldarar av. Vit lesa um nakrar tænarar, ið skulu húshalda/ansa eftir nøkrum talentum fyri Harra Sín (Matt.25,14-28). Eins og í líknilsinum, so hevur hvør tænari, hvør av okkum fingið tíð – ymisk mál. Spurningurin er ikki, hvussu nógv tíð vit hava, men hvat vit gera við hana, sum vit hava fingið.

Hóast lív menniskjans er avmarka, so merkir tað ikki at okkara lív er uttan týdningin og æviga ávirkan. Vit eru jú, sum trúgvandi børn Guds, og umboða Gud her. Tað er orøskin, at vit eru her. Bíblian lærir nevniliga at tað vit menniskju gera í hesum lívinum hevur æviga ávirkan. Eisini tað vit gera á jólum. Tim.4,8 –  Men at okkara lív er avmarka merkir, at vit hava tørv á Gudi. Serliga á jólum. Ja okkum trongir til Hansara hvønn dag, hvørja løtu. – “Eg trongi, trongi til tín”

 

Hvussu brúki eg mína tíð betur hesi jólini? Hvussu sleppi eg undan jólaresi?

So hvat er trupulleikin? Onkur kundi svara: betri skipan av, hvussu vit brúka tíðina. Hetta verður nógv umrøtt á arbeiðsplássum, har fólk nýta skemu, dagsskráir og lummabøkur. Hesi eru góð hjálpartól.

Men hetta er als ikki trupulleikin. Sjálvt hesi skipaðu fólkini fáa stress á jólum. Trupulleikin liggur nógv djypri.

Sannleikin er vinur, at tað er altíð meira at gera, enn vit eru før fyri, uttan mun til um talan er um tørvir, arbeið, frítíð, ferðing osv. Men tørvurin er ikki tað sama sum kallið!

 

Hvussu brúkti Jesus sína tíð?

Jesus hevði einans 3 ár í síni tænastu á jørðini. Hann kundi verið fullkomiliga frá sær sjálvum, tá vit hugsa um allan tørvin í heiminum. Men vit lesa ongantíð at Jesus skalv ella øski seg orsaka av tíð og arbeiði, heldur ikki til heilidagar og høgtíðir. Studera vit Jesu lív, so síggja vit, at hóast Hann var ógvuliga upptikin og til tíðir púra fyrilagstu, so var Hann ongantíð í skundi. Hann hevði altíð tíð at elska og tæna menniskjum, og onkutíð brúki hann longri tíð við einum menniskja, sum við kvinnuni við Sigarsbrunn. Jesus gav pláss fyri órógvanum í síni dagsskrá – sum vóru tað Gud givnir møguleikar. Eitt dømi er í Markus 6. Her hevði Jesus ætlanir um at fara burturfrá og hvíla seg, men Hann tók hjartaliga synd í fólkunum og gav teimum likamliga og andaliga føði (Mark.6:30-44).

 

Jesus tænti mongum fólkum, tí Hann hevði djúpa umsorgan fyri teimum. Hóast hann hjálpti og grøddi 100’ada vís av fólkum, so vóru fleiri 1000 hann ikki grøddi og náddi. Var tað tí Hann ikki legði í? Als ikki. Tað var tí at hann visti, at tørvurin var ikki tað sama sum kallið. Jesus gekk og var leiddur av vilja Faðir síns. Sæst her: Mark.1:32-39. Markus skrivar um, hvussu mong leitaðu eftir Jesusi alla staðni. Men tað var ikki tørvurin, samkenslan ella hvussu týdningarmikið eitt hvør var, sum dreiv Jesus.

(Jesus fór grøða dóttir fyristøðumann, men steðgaði á… Mark.9,41-56; Lazarus drálaði: Jóh.11:1-6,21,35,43).

 

Mark.1:32-39. Jesus raðfesti sítt lív. Fyrsta raðfesting Hansara var at brúkta tíð við Gudi (Mark.6.35), Hann søkti vilja Faðir Síns. Símun sær her tørvin, og hugsar at Jesusar frávera í bøn er skeiv raðfesting sum (Marta og Maria). Jesus sá tørvin, men hann sá tað gjøgnum vilja Faðir síns. Eftir at Jesus hevði verið í bøn, var úrslitið at hann fór frá fólkinum, og til annað stað. Hví? ”jú tí tað var tað hann var komin til.” Gud gav Jesus nóg mikið av tíð til, at Hann kundi gera tað sum hann var kallaður til, og tað var tað sum hevði týdning! Jóh.17:4 – Jesus gjørdi júst tað, tí kundi hann siga, tað er fullgjørd uttan at drasa nakað ”Eg, má, burdi, skuldi, byrðu…, ið menniskju kravdu av honum.”

 

Líka mikið hvør tú ert, hvørjar gávur tú hevur, hvussu væl fyri tú ert, so fert tú ongantíð at megna at nøkta allar tørvir kring teg og fullføra allar uppgávur, vit halda eru neyðugar hesi jólini. Men, vit kunnu finna tíð og møguleikar, at gera tað, sum Gud hevur kallað okkum at gera hesi jólini. So steðga á og spyr Gud, hvat ynskir tú eg skal gera hesi jólini. Bið um vísdóm og les Hansara orð. Ver greið og ver djørv nokk at siga nei til ymiskar uppgávur, ið koma fyri. Minst til, at tørvurin er ikki tað sama sum kallið. Hugsa um, hvat tú ert fyrst og fremst: Ein mamma, ein systir, ein dóttir?

 

 

Niðurstøða:

At brúka tíðina rætt, sum Gud hevur givið okkum, merkir ikki at spara uppá minuttir, so vit kunnu brúka tíðina á ein virknan hátt hesi jólini og náa sum mest. Sjálvandi eiga vit, at vera vís við okkara tíð. Men meira týdningarmikið er, at vit hugsa um okkara tíð her á jørð út frá Guds sjónarhorni í mun til fortíð, nútíð og framtíð, og spyrja Gud hvat hann vil brúka okkara lítla part til.

 

Endamálið við hesum er ikki at gera Kristin meira upptikin, tí tað er ikki tað vit hava tørv á. Vit hava tørv á at skilja hvørji vit eru? Børn Guds. Hvar vit eru, í heiminum, sum er merktur av tí ónda. Og hví vit eru her. Svarið er at vit eru umboð Jesusar. Endamál okkara er at leiða onnur menniskju til Hann.      

Tað eru mangir tørvir, men tørvir eru ikki tað sama sum kall Guds.

 

Tíð- roynd

  • Hvat brúkar tú mest tíð uppá?
  • Set tíð á!

Venda pappírinum við:

  • Hvat hevði tú hugsa tær at tínar raðfestingar vóru hesi jólini?
  • bið fyri hesum

 

Skriva viðmerking

Author: Dina Bech

Dina Jensdóttir Bech fødd í 1996 (22 ár). Hon er 3 árs læraralesandi á Setrinum. Sum 9 ára gomul tók Dina ímóti Harranum við trúgv av náði. Sum 10 ára gomul lat Dina seg doypa, tí hon ynskti at vera Harranum lýðin.
Í dag virkar Dina millum gentur og ungar kvinnur í Føroyum, og so umsitur hon heimasíðuna Vakurleiki.fo. Til dagligt dámar Dinu at njóta drekkamunnar, ljósareytt, at skriva, flenna, roksa, koyra biltúrar við systur síni, 1.Jóh.4,9-10 og at drekka cappocino (kaffi). <3