JÓLAFRIÐUR OG JESUSGLEÐI (Ein stuttsøga) // Kalendarin, lúka 10 💝

Sólin reis úr havi ein myrkan, kaldan vetrarmorgun. Sum sólin reis, so reis lítla Sára. Hon togaði dýnuna undan nøsini og ljósa, purluta hárið kom undan dýnuni. Eygnalokini lótust upp og undan komu tvær himmalbláar perlur. Bláu eyguni eygleiddu loftið, ímeðan hon hugsaði um, hvussu nógv hon gleddi seg til jóla. Lítla nøsin snoddaði til nýbakaðar siropskøkur úr køkinum, og lítla Sára var kvik at seta upp undir seg. Sára var ikki nøkur lítil genta longur, men 6 ár. Hon kendi seg ógvuliga vaksna nú, hon skjótt skuldi í skúla. Hóast hon í andanum kendi seg vaksna, so rukku tærnar ikki niður á gólv frá songarstokkinum. Sára vríggjaði bibburnar nakrar ferðir og gjørdi eitt lítið lop á gólv. Krúllurnar fylgdu aftaná og dandaðu sum fjaðrar, meðan hon tuskaði oman trappurnar.

Mamman hevði hoyrt duni, tá Sára leyp av songini. Og hon stóð við einum stórum smílið, sum hon væntaði tvey forvitin eygu uttanfyri køkshurðina. Sum hon hugdi upp, so vóru tey har. Tvey himmalblá eygu, ein nøs og tveir ljósir hárlokkar lúrdu innar og eygleiddu, hvat mamman stákaðist við. Mamman skáaði høvdið, smíltist og lyfti eygnabrýnum. Sára flenti lætt og leyp inn um, ímeðan hárlokkarnir dandaðu aftaná. Hon legði lítlu fingarnar á borðsendan og hálaði seg upp. Rundi, reyði túturin megnaði akkurát at hvílda á borðinum. Sum tað angaði væl, helt hon. 

Við eitt var hon órógva av einum granna, ið rópti uttanfyri. Sára var kvik og tuskaði yvir til vindeyga við einum stóli, so hon kundi eygleiða, hvat fyrifórst. Mamman bleiv eisini kløk, og kom yvir til hennara. Grannin og konan skeldaðust um eitt hvørt, ið viðvígdi bilinum. Frost var á rútinum og bilurin mundið óivað vera innikavaður. Grannin, endaði við at taka arbeiðstaskuna og taka til beins illbrýntur. Mamman suffaði tungt. Lítla Sára vendi sær og hugdi upp á mammuna. Hóast Sára stóð á stólinum var hon minni enn mamman. Sára harkaði snjalt og helt fyri, at hasi máttu ikki eiga nógvan jólafrið og Jesus-gleði.

Kvøldið fyri høvdu mamman og hon, lisið um evangeliið, tá einglarnir sungu fyri hirðunum:

“Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!”  (Luk.2,14)

Mamman hevði greitt Sáru frá, at orsøkin, at jólini vóru ein so serlig høgtíð var, tí at fólk mintust, at Jesus var føddur sum eitt lítið barn inn í hendan heim. Einglarnir sungu um frið og tokka, tí Jesus kom á jørðina at geva menniskjunum frið, ja eisini lítlu Sáru. Mamman hevði eisini lisið versið út Efesusbrævinum kapitul 2 vers 14:

Tí Hann er friður okkara, Hann, sum gjørdi eitt av báðum og breyt niður millumgarðin, ið skilti sundur, fíggindskapin, táið Hann í holdi Sínum tók burtur boðlógina og fyriskipanir hennara, fyri at Hann í Sær kundi skapa av báðum eitt nýtt menniskja og soleiðis gera frið, og fyri at Hann við krossinum kundi í einum likami fáa báðar partar sáttar við Gud, við tað at Hann við honum drap fíggindskapin. 

Versið var eitt sindur torført hjá lítlu Sáru at skilja. Men Sára hevði skilt so mikið, at Jesus var komin á jørðina at geva menniskjunum frið. Eisini visti hon, at Jesus gjørdi hetta, við at Hann doyði á krossinum fyri menniskjuni og hana. Lítla Sára hevði trúð hesum og hevði sama kvøld bjóðað Jesus inn í Sítt lív í einari einfaldari bøn. Mamman og Sára høvdu tosa um, hvussu Jesus gav teimum tí bestu gávuna sum var. Frið í hjarta, frið við Gud og frið við onnur menniskju. Sára var so hugtikin av hesari gávu, at hon kallaði tað jólafrið og Jesusgleði. Sum hon tók til, so var tað ein jólafriður og Jesusgleði sum vardi alt árið.

Eftir at Sára hevði harkað snjalt og viðmerkt atburðin hjá grannanum, so mátti mamman nikka við einum vónbrotnum eygnabráið. Fyri seg sjálva suffaði hon, at grannarnir kendu nokk ikki Jesus. Sára, sum ikki var lítið mælsk, veitraði við peikifingri og greiddi frá, hvussu hon hevði eitt hugskot. Sára, sum elskaði siropskøkur helt, at tey við at geva grannakonuni siropskøkur, kundu bjóða henni jólafrið og Jesusgleði. Meðan mamman hugsaði um hugskotið, leyp Sára avgjørd niður av stólinum og dragsaði kassanum við pappíri, saksum og límið innar í køkin. Hon tók tvær glaskrukkur og byrjaði at mála tær við glasmáling. Mamman, sum enn hugsaði um hugskotið, mátti leypa eftir einari avís at leggja undir, so málingin ikki kom á borðið. Síðani samlaði hon ljósu purlurnar hjá Sáru í eitt lastik og dró ermar hennara upp. Spakuliga flenti mamman fyri seg sjálva. Víst var Sára eingin droymari, hevði hon eitt hugskot, so fór hon í gongd beinanvegin. Hon var ikki bara miðvís í sínum tonkum, nei, dóttir hennara var ein lítil trúboðari. Eitt lítið tár rann tá frá eyganum á mammuni, sum hon eygleiddi dóttir sína, sum sat so hugagóð og arbeiddi. Bláu eyguni vóru fest á krukkuna og reyðu varrarnar murraðu: “Gud ger meg til eitt lítið ljós…”

Gud, ger meg til eitt lítið ljós um lívsins stutta skeið; sum hjálpir teim á rætta kós, ið viltust burt av leið.

Mamman fór aftur at stákast við siropskøkurnar og prýddi tær við ymsum góðum, soleiðis tær fingu andlit og klæði. Ja, Sára helt, at mamman dugdi at gera tær heilt livandi, so tær líktust fólkum. Eftir at køkurnar vóru kølnaðar, fylti Sára jólaprýddu krukkuna við køkum. Sára skrúvaði lokið á og eygleiddi krukkuna eina løtu. Himmalbláu eyguni hugdu uppá mammuna, sum vóru tey ikki heilt nøgd. Mamman skáaði høvdið og spurdi, um Sára helt nakað manglaði. Sára eygleiddi gliturið á krukkuni og spurdi mammuna, um tær báðar ikki kundu skriva hini versini um frið á krukkuna. Hjartað á mammuni blotnaði. Hon helt tað vera eitt ógvuliga gott hugskot. Tær skrivaðu saman versini á krukkuna. Bláu eyguni skygdu nú sum tveir gimsteinar og stóra smíli á lítlu Sáru vísti, at hon var ógvuliga væl nøgd. Sára rann út í gongina eftir jakkanum, húgvuni og vøttunum.

Sára var væl innballað og fór við sínum smáu fetum yvir til grannan og mamman aftaná. Sára rakk ikki upp til hondtakið, men lukkutíð var mamma hennara har. Sára skein sum ein sól í myrku vetrarnáttini. Eyguni hennara lýstu ein frið, sum einans havið ger ein góðveðurdag, tá blikalogn er. Sára pikkaði uppá dyrnar og bíðaði spent. Eftir eina løtu kom grannakonan út í gongina. Hon kom út íklædd fyriklæð. Hon sá so troytt út, har hon stóð. Hárið var ývið, andlitið bleikt og eyguni reyð, sum hevði hon grátið. Úr køkinum kom ein brendaroykur og vindeyguni stóðu víðopin. Grannakonan kom yvir og spurdi, hvat tær vildu. Sára hugdi uppá mammuna og mamman nikkaði við einum smíli. Sára hugdi niður á tí flottastu krukkuna, ið hon sjálv hevði gjørt. Eymliga hugdi hon uppá grannakonuna og segði við glógvandi eygum: “Hetta havi eg gjørt til tín.” Granna konan var heilt ovfarin. Hon blunkaði nakrar ferðir og gapaði. Síðani boygdi hon seg niður til lítlu Sáru og nøkur tár trillaðu eftir kjálkunum. Sára, sum ikki heilt skilti tað lítla ljós, hon var fyri hesa konu, turkaði tárini hjá grannakonuni við vøttinum. Síðani helt hon fyri, at grannakonan mátti ikki vera kedd, tí Jesus var komin í heimin at geva okkum jólafrið og Jesusgleði, ikki bara á jólum, men alt árið. Grannakonan,sum sum barn hevði gingið á sunnudagsskúla, vitsti júst, hvat lítla Sára meinti við. Grannakonan smíltist gjøgnum tárini til Sáru og nikkaði: “Ja, Sára, eg mangli bæði frið og gleði. Eg mangli Jesus. Tað er tí eg stríðist so nógv. Eg eigi ongan sannan jólafrið.”

Grannakonan bjóðaði mammuni og Sáru innar. Mamman hjálpti Sáru at greiða frá um Jesus og friðin Hann bjóðar. Einfalda málið hjá Sáru, gjørdi boðskapin so einfaldan og greiðan hjá grannkonuni at skilja. Tær bóðu saman og stutt aftaná fóru mamman og Sára heim aftur.

Á vegnum heim leiddi mamman Sáru, sum dansaði í kavanum og purlurnar dandaðu aftaná. Tá tær vóru komnar inn boygdi mamman seg niður til lítlu Sáru at hjálpa henni úr jakkanum. Undrandi hugdi mamman uppá sína dóttir, ið var so djørv og kendi ikki til skomm og mannaótta. Nakrar kavaflykrur høvdu lagt seg sum eina rammu kring tey bláu, djúpu eyguni. Mamman tók um køldu, lítlu hendurnar á Sáru og segði henni, hvussu stolt hon var av sínari vísu, djørvu dóttir. Mamman segði rørd frá, hvussu hon helt, at tær saman skuldu fara í fleiri hús í grannalagnum at geva teimum siropskøkur og sannan jólafrið. Eyguni á Sáru vóru sum pottalok og hon var ovurfegin. Hon dansaði runt og klappaði hendurnar saman. Síðani leyp hon í favnin á mammuni og purlurnar aftaná. Bláu perlurnar hugdu uppá mammuna og lýstu av sonnum jólafriði og Jesusgleði.

 

Søguna hevur Dina Jensdóttir Bech skrivað

Skriva viðmerking

Author: Dina Bech

Dina Jensdóttir Bech fødd í 1996 (22 ár). Hon er 3 árs læraralesandi á Setrinum. Sum 9 ára gomul tók Dina ímóti Harranum við trúgv av náði. Sum 10 ára gomul lat Dina seg doypa, tí hon ynskti at vera Harranum lýðin.
Í dag virkar Dina millum gentur og ungar kvinnur í Føroyum, og so umsitur hon heimasíðuna Vakurleiki.fo. Til dagligt dámar Dinu at njóta drekkamunnar, ljósareytt, at skriva, flenna, roksa, koyra biltúrar við systur síni, 1.Jóh.4,9-10 og at drekka cappocino (kaffi). <3