HVÍ HALDA VIT JÓL? (Q&A) // Kalendarin, lúka 1 💝

 

Er jólahald ein heiðin siður?

Søgan sigur okkum, at tær heidnu tjóðirnar hildu jól nógvar øldir, áðrenn Kristus var borin í heim. Hendan høgtíðin hevur ivaleyst verið hildin í Europa eftir stytsta dag til heiður og tilbiðjan av sólini, sum nú fór at mennast og kveikja ljós har myrkur hevði valdað. Myrkrið umboðar deyðan og tað, sum ónt er, meðan ljósið umboðar lívið og tað sum gott er. Tí var sólin ein av høvuðsgudum heidninganna, sum framdi lív og vøkstur, so tað var livandi her á fold.

Heidningarnir æra og tilbiðja skapningin ístaðin fyri Skaparan. Menniskjan er andaliga blind og sær ikki ríka og gávumilda Gevaran. Men gávurnar, ið Gud fevur, eru sjónligar og stjala mangan heiðurin frá Honum, sum elskar falna skapning sín.

 

Hvat sigur Bíblian um jólahald?

Bíblian sigur als einki um jólahald, og orðið jól verður ongastaðni nevnt í Bíbliuni. Tær Kristnu frumsamkomurnar hildu ikki jól, men tey kristnu gleddust sjálvandi yvir, at Jesus Kristus kom í heimin at frelsa fortaptar syndarar.

Tað var ikki fyrr enn í fjóðru øld eftir Kristus, at jólhald kom inn í kristnu samkomurnar. Søgan sigur, at rómverski keisarin Konstantin hin stóri, gav øllum boð um at taka við kristnari trúgv sum einastu góðkendu religiónina í ríkinum. Tvs. hann sokallað “kristnaði” øll uttan umvending, sum Bíblian sigur er neyðug. Tað var tá ein tímiligur fyrimunur at hava heitið “kristin.” Men fyri tey veruligu Kristnu, sum vóru Kristin við umvending, so gjørdi lóg keisarans ein óbótaligan skaða. Tí allir siðirnir heidningarnir høvdu áðrenn komu nú inn í tær kristnu samkomurnar.

 

Er jólahald ein vandi fyri tey kristnu?

Tað er altíð ein vandi at gera neyðsemju og líkjast heiminum í andaligum viðurkskiftum, tí tað skaðar tað kristna lívið. Kanska tú hevur onkutíð gjørt eina neyðsemju ella kennir onkran sum hevur gjørt tað sum trúgvandi og er farin at drekka, baktala og gera tað sum heiminum hoyrir til.

Á okkara leiðum verður nógv tosað um jólahald av fólki, sum als ikki vísir Gudi virðing, sum kom av Himli sum gáva guds til fátæk og neyðstødd menniskju.

Einki skeivt er í tí, at fólk koma saman til eina sámuliga máltíð av og á. Men hví kalla hesar máltíðir ella veitslur, sum mangan drukna í rúsdrekka og ótrúðskapi ein jóladøguðra? Hvønn felagsskap hevur ein sannur kristin við slíkt? Hoyrir hann eingongd heima her, sum Frelsari okkara verður vanvirdur av vantrúgvandi? Fjølmiðlarnir eru á tremur við jólaundirhaldi um jólamenn, vættrar og huldumenn, sum geva okkara børnum góðar gávur. Men lítið verður sagt um barnið, sum tær heiløgu skriftirnar bera boð um var gitið í móðurlívi av Heilaga Andanum. Einglaverurnar, ið søgdu frá komu Hansara, verða eisini tagdar burtur.

 

Fagna vit Jesusi Kristi ella tímiligum áhugamálum?

Vit hava virðing fyri drotning okkara og høvdu valla hildið tað vera sømuligt at lýst við fjølbroyttum stuttleikatiltøkum júst ta løtu, drotningin vitjaði grannalag okkara við fylgi sínum. Vit høvdu ikki fingið rós frá avvarðandi myndugleikum, og sama drotning ella krúnprinsur hevði valla vitjað okkum aftur. 

Vit eiga at hava í huga, at tað var sjálvur Skaparin, sum vitjaði falna skapning sín á sinni. Dýrdarkongurin vildi hava samfelag við øll tey, ið høvdu brotið samfelag við Hann. Hann bjóðar framvegis øllum mannabørnum í inniligum kærleika: “Tann, ið tystir komið! Og tann, ið vil, taki vatn lívsins fyri einki.” (Op.22:17)

Tað er at undrast yvir, at so mong vanvirða eina slíka náði og venda Kærleik Guds bakið. Men tað er umráðandi at hava í huga, at tilboðið hevur eina avmarkaða tíðarfreist, sum bara Gud kennir. Tí er sera skilagott at taka av tilboðnum og fagna Frelsaranum, meðan Hann kallar.

 

Kristus kom, men samtíð Hansara vrakaði Kongin!

Hóast tey sóu Kongin í dýrd síni, tí øll verk og orð Hansara opinberaðu, hvør Hann var, so tóku tey Hann av døgum og krossfestu Hann við lógleysum hondum. Skuldu vit gerast rík andaliga, mátti Hann vera fátækur, at Hann var føddur í einum fjósi. Eftir sigurin á Golgata var likam Hansara lagt í eina grøv, sum ein ríkmaður átti.

Jú, Harrin Jesus var føddur fyri at doyggja, so vit, sum vóru deyð í syndum og misbrotum, kundu fáa ævigt lív og bústað hjá Honum. Av sonnum tala jólini um lamb Guds, sum var útvalt, áðrenn heimurin var grundaður. (1.Pæt.1,19-20). Og tað skal vera tær til bjarging, um tú í trúnni hyggur á lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins. (Jóh. 1,29)

 

Kristus kemur! Væntar tú Guds Son til frelsu?

Harrin Jesus græt yvir íbúgvar Jerúsalems, tí tey kendu ikki vitjurnartíð sína (Luk.19,41-44). Tey kendu ikki Dýrdarkongin, sum h evði búð teirra millum meir enn tríati ár.

Vinur mín, sum lesur hesar reglur: Kennir tú Kongin Jesus, sum vitjar okkum í hesum døgum? Ósjónliga ferðast Hann okkara millum og talar við orði og Anda sínum somu orð, sum einglarnir kunngjørdu á sinni beint uttanfyri Betlehem: “Tykkum er í dag Frelsari føddur!” (Luk.2,11).

Skriftirnar siga: “Hvørt knæ skal boyggja seg fyri Honum, og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd.” (Filip.2,6-11). Sælur er hvør tann, ið boyggir seg fyri Honum her í lívinum og skammast ikki við at játta Hann sum Frelsara og Harra.

Íblástur úr traktatini “Hví halda vit jól” eftir Osvald Kjærbo

Skriva viðmerking

Author: Dina Bech

Dina Jensdóttir Bech fødd í 1996 (22 ár). Hon er 3 árs læraralesandi á Setrinum. Sum 9 ára gomul tók Dina ímóti Harranum við trúgv av náði. Sum 10 ára gomul lat Dina seg doypa, tí hon ynskti at vera Harranum lýðin.
Í dag virkar Dina millum gentur og ungar kvinnur í Føroyum, og so umsitur hon heimasíðuna Vakurleiki.fo. Til dagligt dámar Dinu at njóta drekkamunnar, ljósareytt, at skriva, flenna, roksa, koyra biltúrar við systur síni, 1.Jóh.4,9-10 og at drekka cappocino (kaffi). <3