HØVUNDAR

 

 ANNA MARIA STEINTÚN

Høvundur

 Anna Maria Steintún, fødd 1996, er uppvaksin í Føroyum við trimum buldrasligum beiggjum. Hon er rokalig og elskar at renna, íðka ítrótt og sjálvandi sín Frelsara, sum hon kom at kenna, tá hon var 12 ára gomul.
Í frítíðini hevur hon eina tónleikasending á Lindini, sum eitur Connect. Harafturat mixar hon eisini í Hebron á Argjum. Anna Maria dámar væl at lurta eftir tónleiki við einum góðum temunni ella gongutúri. Í millum hennara yndis eru John Mark Macmillan, Strahan, Hollyn, Relient K og Lecrae.

Vís allar bloggar skrivaðar av høvundi her

Heimasíða

 

 

 

 

 

Bjørg D. DjurhuusBJØRG DALHEIM DJURHUUS

Høvundur

Bjørg Dalheim Djurhuus er 19 ár og býr í Syðrugøtu, har ið hon hevur slitið fleiri góðar barnaskógvar og buksubrøkur. Hon er vaksin hjá foreldrum, ið altíð hava lært hana um hennara Himmalska Pápa, Vin og Vegleiðara.
Bjørg gongur á síðsta ári á Miðnámsskúlanum á Kambsdali.
Nebo á Toftum er hennara andaliga heim. Har virkar hon við at umsita telduna og sangtekst. Eisini hevur hon ein gentu bólk á Toftum við gentum í 6.-9. flokki.

Vís allar bloggar skrivaðar av høvundi her

Heimasíða

 

 

 

Dina BechDINA JENSDÓTTIR BECH

Fyrisitari, Høvundur, Tøkningur

Dina Jensdóttir Bech fødd í 1996 (22 ár). Hon er 3 árs læraralesandi á Setrinum. Sum 9 ára gomul tók Dina ímóti Harranum við trúgv av náði. Sum 10 ára gomul lat Dina seg doypa, tí hon ynskti at vera Harranum lýðin.
Í dag virkar Dina millum gentur og ungar kvinnur í Føroyum, og so umsitur hon heimasíðuna Vakurleiki.fo. Til dagligt dámar Dinu at njóta drekkamunnar, ljósareytt, at skriva, flenna, roksa, koyra biltúrar við systur síni, 1.Jóh.4,9-10 og at drekka cappocino (kaffi). <3

Vís allar bloggar skrivaðar av høvundi her

Heimasíða

 

 

 

DuritaDURITA H. JACOBSEN

Høvundur

Durita Jacobsen fødd 1994, er gift við Filipi. Saman eiga tey tvey børn Jósef og Talitu. Durita er uppvaksin í Fuglafirði, men býr nú við manninum í Havn. Saman ganga tey í samkomuni Ebenezer.
Í gerandisdegnum er Durita heima við soninum. Fyri tey er tað umráðandi, at sonurin kemur til trúgv á Harran Jesus og veksur upp í einum sunnum, andaligum umhvørvi. Annars dámar Duritu væl at taka myndir og hevur hetta sum eitt “síðu-arbeiði” inn ímillum.
Duritu dámar væl te, lesa eina góða bók og ikki minst fara trillitúr við hennara soni, Jósefi. 

Vís allar bloggar skrivaðar av høvundi her

Heimasíða

 

 

 

 

Ester SewardESTER SEWAR

Rættlesari

Heimasíða

 

 

 

 

 

 

 

Mirjam KambsskarðMIRJAM KAMBSSKARÐ

Høvundur

Mirjam Kambsskarð Berg er fødd í juni 1995. Hon er gift við Aksel, og saman hava tey ein son, Samuel. Mirjam býr niðri í Keypmannahavn, har hon lesur til sjúkrarøktarfrøðing. Sum 14 ára gomul gav Mirjam sítt lív til Gud. Hennara størsta ynski er, at lív sítt skal verða sermerkt av, at Jesus er hennara Frelsari, og at onnur skulu síggja, at hon er Guds barn.

Vís allar bloggar skrivaðar av høvundi her

Heimasíða

 

 

 

 

Jakoba sevdalJAKOBA SEVDAL

Umsetari

Heimasíða

 

 

 

 

 

 

Olga SkorasteinOLGA K. SKORASTEIN 

Høvundur

Olga K. Skorastein er fødd í 1975! Hon er uppvaksin í einum heimið, har foreldrini vóru trúgvandi. Fyri hana er tað ein stór signing at hava havt foreldur, sum biðja.
Olga tók ímóti Harranum sum sínum Frelsara sum ein lítil smágenta.
Sum ung átti hon eina ommu, og hon minnist, hvussu hon sat sum ein gomul kona, ígjøgnum eitt langt lív, og takkaði Gudi fyri Hansara trúfesti. Hetta hevði stora ávirkan á hana, og setti hon sær fyri á ungum árum, at hon skuldi vera Harranum líðin.
Dán.1,8. Sálmur 37 hevur eisini fylgt henni, v.3-5 “Lít á Harran” og “Gleð teg í Harranum”.

Vís allar bloggar skrivaðar av høvundi her

Heimasíða

 

 

 

 

Ragnhild AndreasenRAGNHILD ANDREASEN

Høvundur

Ragnhild Andreasen, fødd í 2000, er uppvaksin í einum kristnum heimi, og hevur tí altíð hoyrt um Harran. So langt aftur sum hon minnist, hevur hon trúð tí, ið henni hevur verið fortalt.
Sum 13 ára gomul, lat Ragnhild seg doypa, tí hon ynskti at fylgja Harranum restina av lívi sínum.
Í ár 2016/2017 var hon í Three Hills, Kanada, í skúlanum “Prairie Christian Academy”. Afturat at ganga í skúla, luttók hon í bíbliubólkum, ungdómsmøtum og ymsum arbeiði innanfyri samkomuna.
Ragnhild er nú aftur í Føroyum og gongur á Glasir. Afturat tí andaliga lívinum, dámar henni væl at vera saman við vinum og familju, at spæla floytu og at trena.

Vís allar bloggar skrivaðar av høvundi her

Heimasíða

 

 

 

 

Sigrið NicodemussenSIGRIÐ NICODEMUSSEN

Høvundur, umsetari o.a.

Sigrið Nicodemussem er fødd í 1999. Hon vaks upp í einum trúgvandi heimi, og bleiv frelst á ungum árum. Sum 13 ára gomul bleiv hon doypt í Ebenezer, og eftir tađ byrjađi eitt spennandi lív fult av signingum frá Gudi. Sigrið dámar væl at lesa bøkur, vera saman við børnum og læra ymiskt nýtt frá kristnum YouTube’arum.

Vís allar bloggar skrivaðar av høvundi her

Heimasíða

 

 

 

 

Torgerð AndreasenTORGERÐ ANDREASEN

Høvundur

Torgerð Andreasen er fødd í 2000. Hon er búsetandi í Kollafjørð, og gongur í 3.s á miðnám á Glasir.
Sum 14 ára gomul tók hon við trúgv á Harran, og tá byrjaði hennara leið saman við Harranum. Sum 16 ára gomul lat hon seg doypa í samkomuni Zion.
Í dag arbeiðir hon við at boða gleðiboðskapin um Harran Jesus Frelsaran á skúlanum ígjøgnum KFS (Kristligur felagsskapur).

Vís allar bloggar skrivaðar av høvundi her

Heimasíða

 

 

Skriva viðmerking