TEY 5 KÆRLEIKSMÁLINI

Í dag hava vit ein gestablogg við Sigrið Nicodemussen. Sigrið gongur í skúla í Hoydølum. Hon fer her at ummæla bókina “The 5 love languages” eftir Gary Chapman. Hon skrivar:

The 5 love languages

The 5 love languages er ein av mongu bókunum, ið GaryThe 5 love languages Chapman úr USA hevur skrivað. Bókin er fyrst og fremst skrivað til pør og hjún. Hon viðgerð tey fimm kærleiksmálini, ið eru:

  1. Words of affirmation / Anerkendende ord
  2. Quality Time / Tid til hinanden
  3. Receiving Gifts / At modage gaver
  4. Acts of Service / Tjenester
  5. Physical Touch / Fysisk berøring

Vers at lesa: 1. Kor 13:1-13

.

Endamálið hjá lesarunum er at læra, hvat teirra egna kærleiksmál er, og eisini, hvat málið hjá manninum/konuni er. Bókin gevur nógv góð og greið dømi um, hvussu hjún, ið hava havt trupulleikar í nógv ár, hava sett seg í samband við Chapman, og fingið hjálp, sum broytti teirra kærleikslív.

.

Kanska heldur, at hetta ikki er viðkomandi fyri teg, tí at tú kanska ikki ert giftur ella ert í nøkrum parlagi… men rithøvundurin hevur eisini aðrar bøkur um sama evni “kærleiki”, ið kanska passa betur til tín (sí allar bøkurnar her: http://www.5lovelanguages.com/resources/books/ ).

.

Sjálv keypti eg fyrst tí donsku útgávuna av The 5 love languages of teenagersbókini á Zarepta, men eg visti ikki tá, at hon var til pør og hjún. Men nú, tá ið eg havi lisið hana, kannaði eg hinar bøkurnar hjá honum av forvitni. Síðani eri eg byrjað at lesa bókina The 5 love languages of teenagers. Mær dámar hana sera væl. Eg haldi, at hetta eru nøkur grundleggjandi ting, sum vit vanliga ikki duga at seta orð á, sum eru har alíkavæl. Hon er verd at lesa! 🙂

.

Um tú ert áhugað/ur at byrja at lesa, so kanst tú fara á her:

–  http://www.5lovelanguages.com/resource/the-5-love-languages/ (The 5 love languages)

http://www.5lovelanguages.com/resource/the-5-love-languages-of-teenagers/ (The 5 love languages of teenagers)

 

Annars er ein brellbiti um sama evnið her á YouTube:

https://www.youtube.com/watch?v=rn8EJ0ui4iw

 

Harrin signa tykkum øll <3

– Vinarliga heilsan Sigrið

Skriva viðmerking

Author: Sigrið Nicodemussen

Sigrið Nicodemussem er fødd í 1999. Hon vaks upp í einum trúgvandi heimi, og bleiv frelst á ungum árum. Sum 13 ára gomul bleiv hon doypt í Ebenezer, og eftir tađ byrjađi eitt spennandi lív fult av signingum frá Gudi. Sigrið dámar væl at lesa bøkur, vera saman við børnum og læra ymiskt nýtt frá kristnum YouTube’arum.