FILMAR

KRISTNIR // FILMAR

.

the shackThe Shack (2017): Ein sera áhugaverdur filmur um, har kærleiki, vísdómur og rættvísi verða viðgjørd. Á ein yndisligan hátt vera umstríddir spurningar svaraðir eymliga í sannleika og kærleika. 

  • Film slag: Drama, truplir spurningar, harðskapur, rættvísi, kærleiki
  • Trýst her: Trailer, IMDb, Keyp

.

.

Until foreverUntil Forever (2016): Undurfulla sanna søgan um Michael Boyum. Um dirvi hjá einum ungum manni at stríðast við leukemia og hansara ferð sum trúgvandi.

.

.

Priceless

Priceless (2016):
Bólkurin For King and Country hava gjørt filmin við endamálinum at vísa á, at menniskja er Priceless í eygum Guds. Filmurin snýr seg um ein einkjumann, sum hevur trupult við at hava eitt fast arbeið og missir foreldramyndugleikan yvir dóttir síni. Hann játtar at koyra lastbil. Tá Hann varnast, hvat er í lastbilinum, kemur hann andlits til andlits við nakað, sum kemur at broyta hansara lívsáskoðan á menniskjavirðið.
  • Filmslag: action (samanbrestur), drama, romantikkur, fyrigeving, nýggj byrjan
  • Aldursmark, IMDb: 13 ár aldursmark (Vegna harðskap og at evnið er human trafficing)
  • Trýst her: Trailer, IMDb,

.

.

Hacksaw Ridge
Hacksaw Ridge
(2016):
Filmurin snýr seg um Desmond T. Doss sum tænti undir seinna veraldar bardaga, har hann noktaði at brúka vápn, við lýdni fyri Gudi.
  • Filmslag: biografi (ævisøga), drama, søga, lýdni, kríggj, Jesu-kærleiki
  • Aldursmark, IMDb: 17 ár aldursmark (Hetta er vegna realistisku grafisku lýsingina av krígnum, við harðskapi og blóði)
  • Trýst her: Trailer, IMDb

.

..

I'm Not Ashamed
I’m Not Ashamed
(2016):
Filmurin er gjørdur eftir einari veruligari hending og dagbókini hjá Rachel Joy Scott, sum var tann fyrsta, sum læt lív í skotbardaganum í Columbine Highschool.
  • Filmslag: biografi (ævisøga), drama, lýdni
  • Aldursmark, IMDb: 13 ára aldursmark
  • Trýst her: Trailer, IMDb,

.

.

God's not dead 2
God’s not dead 2
(2016): 
Filmurin snýr seg um ein lærara, ið verður saksøktur fyri at svara einum spurningi um Jesus í einum almennum skúla. Filmurin vísir á veruleikan fyri mong trúgvandi í Amerika í dag, sum vera saksøkt og forfylgd fyri at vera Bíbliuni lýðin.
  • Filmslag: drama, skúli, mótstøða, forfylging, lýdni
  • Trýst her: Trailer, IMDb,
  • Kann síggjast á: Netflix

.

.

Ben-hur
Ben-Hur
(2016):
 “Filmurin snýr seg um jødan Ben-Hur og hansara trongd, eftir at rómverski hálvbeiggi hansara svíkur hann. Kona Ben-Hur møtir Jesusi og gerst Hansara eftirfylgjari. Tostin hjá Ben-Hur eftir hevnd drívur hann at møta beiggja sínum í einum ógvusligum bardaga um lív, heiður og stoltleika. (Luk.6,35-36; Rómbr.12,19)
  • Filmslag: Samanbrestur (Action), ævintýr, drama, hevnd og fyrigeving
  • Aldursmark, IMDb: 13 ár (Hesin nýggi er ikki so ráur sum tann gamli frá 1959)
  • Trýst her: Trailer, IMDb, Keyp tann eldra filmin (1959) her.

.

.

Risen
Risen
 (2016):
“Filmurin snýr seg um uppreisn Jesusar. Ein vantrúgvandi Romverskur officer roynir at finna útav, hvar lærusveinar Jesusar, hava goymt likam Jesusar, eftir at tað hvarv úr grøvuni. Ovfarin av lærusveininum, kemur officerurin í samband við lærusveinar Jesusar og kemur at kenna Hin upprisna.” (1.Kor.15,1-23) – Petur B. Poulsen
  • Filmslag: Samanbrestur (Action), ævintýr, drama, uppreisnin
  • Aldursmark, IMDb: 13 ár
  • Trýst her: Trailer, IMDb

.

.

Greater 
(2016):
 “Ein undrunarverdur filmur um trúgvandi, unga mannin Brandon Burlsworth, ið ikki bert spældi fótbólt, men hann spældi fótbólt fyri Harran.” (Kol.3,23; Rómbr.12,20-21)
  • Filmslag: Familja, biografi (ævisøga), ítróttur, lýdni
  • Trýst her: Trailer, IMDb,

.

..

Warrom
War Room
(2015):
“Ein filmur um týdningin og kraftina í bønini. (Luk.5,16; Matt.6,5-6; Matt.21,22Fil.2,6-7; Ják.5,15).” 
  • Filmslag: Drama, romantikkur, bøn, hjúnarbandi
  • Trýst her: Trailer, IMDb, Keyp

.

.

Patterns of Evidence Exodus

Patterns of evidence: The exodus
(2014):
 “Flestu fornfrøðingar meina, at fá og eingi prógv eru fyri, at hendingarnar í 2. Mósebók er sannar. Hetta kemst av, at fornfrøðingarnir hava sett eitt ávíst tíðarskeið av til søguna hjá ísrael, ið ikki samsvarar við aldurin á prógvunum, ið funnin eru. Tim Mahony, leikstjóri á filminum, gjørdist ivasamur av hesum og fór tí sjálvur undir at kanna, um flýggjanin úr Egyptalandi kann prógvast ella ei. Mahony ferðast runt í heiminum og leitar eftir prógvum, tosar við fleiri serkøn, samlar síðani alla vitanina og finnur eina rúgvu av prógvum í tíðarrøð, sum samsvara við Bíbliuna.” – Ester Østerø
  • Filmslag: Dokomentarur, søga, Gamla Testamenti, prógv
  • Trýst her: Trailer, IMDb, Heimasíða
  • Kann síggjast á: Netflix

.

.

God's not Dead

God’s not Dead
 (2014):
“Filmurin snýr seg um ein ungan drong, ið verður royndur í skúlanum fyri trúgv sína. Hann velir ikki at skammast við trúgv sína. (Ják.1,3; 2.Kor.8,2; Op.2,10; Op.3,8; Matt.16,24).”
  • Filmslag: Drama, mótstøða, skapan, evolution, skúli, 
  • Trýst her: Trailer, IMDb, Keyp

.

.

A matter of faith

A matter of faith
 (2014):
“Rachel Whitker fer í “college” og henni dámar væl sín nýggja lívfrøði lærara. Pápi hennara er stúrin, tí hennara hugsanir eru so nógv broyttar. Pápin fer at vitja skúlan fyri at hitta læraran. Teir hittast og tosa saman. Lærarin bjóðar honum av í einum almennum kjaki. Rachel varnast, at hon hevur sett sítt álit á tey skeivu fólkini.” – Turið Christiansen
  • Filmslag: Drama, skapan, evolutión, skúli, kristin
  • Trýst her: Trailer, IMDb

.

.

Left behind
Left Behind
(2014):
“Filmurin snýr seg um Jesu afturkomu, har tey trúgvandi verða tikin heim til Himmals. (Luk.24,36-51)”
  • Filmslag: drama, samanbrestur (action), endatíðin
  • Trýst her: Trailer, IMDb, Keyp

.

.

A long way off
 (2014):
 “Ein modernesera søga av líknilsinum hjá Jesusi, um tann burturvilsta sonin. (Luk.15,11-32)”
  • Filmslag: Drama, familja, romantikkur, fyrigeving, náði
  • Trýst her: Trailer, IMDb,

.

.

The Song
The Song 
(2014):
“Filmurin er inspireraður av Orðtøkum Sálomons, prædikaranum og hásonginum. Filmurin snýr seg um sangaran Jed King, ið finnur sær ein góða konu. Eftir, at ein sangur, sum hann hevur skrivað til konu sína verður víðagitin, møtir ein svár freisting Jed.”
  • Filmslag: drama, tónleikur, romantikkur, royndir
  • Aldursmark, IMDb: 13 ár aldursmark. (Aldursmarkið kundi verið væl hægri)
  • Trýst her: Trailer, IMDb,

.

.

Grace Unplugged

Grace unplugged
 (2013):
 “Filmurin snýr seg um, tá okkara trúgv verður roynd (Ják.1,3). Grace Trey syngur ómetaliga væl, og fær møguleikan at gerast ein kendur sangari. Treytin er, at hon er tigandi um sín Harra og Frelsara, Jesus.”
  • Filmslag: drama, tónleikur, foreldur, royndir
  • Trýst her: Trailer, IMDb, Keyp

.

.

Ring the bell

Ring the bell
 (2013):
 “Ítróttar-umboðarin Rob Decker fer eftir síni næstu stjørnu. Men hann finnur tað, ið er nógv meira vert, enn nakað heimurin hevur at bjóða. – Ein filmur ið vísir, hvussu nógv størri virði er í Gudi enn í heiminum (Matt.6,24Luk.16,9Fil.3,8)” – Bjørg D. Djurhuus
  • Filmslag: Drama, at tæna mammon (peningi), umvending
  • Trýst her: Trailer, IMDb, Filmur, Keyp (Her kann hann hava føroyskan undirtekst)

.

.

Alone yet not alone
Alone yet not Alone 
(2013):
Filmurin snýr seg um ensku hjálondini, sum blivu álopin av indiánarum í 1755. Í skaranum av kvinnum og børnum verða tvær gentur tiknar til fanga. Systrarnar verða skyldar at. Eldra systurin veksur upp hjá indiánarum, men heldur fast í trúnni á Gud, at Hann fer at bera hana ígjøgnum. Hetta er ein sonn søga.
  • Aldursmark, IMDb: 13 ár aldursmark
  • Filmslag: Søga, Harrin er nær, royndir, biografi, trúfesti Guds
  • Trýst her: Trailer, IMDb, Sangur,

.

.

The Encounter – Paradise lost
 (2012):
“Ein “modernaður” filmur av Jesusi, ið vísir, hvussu væl Jesus kennir hvønn einstakan av okkum. (Luk.12,7).”

.

Courageous

Courageous
(2011):
 “Um nakrar menn og pápar, ið velja at taka ta faðirliga ábyrgd fyri síni familju, likamliga og andaliga, ið Bíblian talar um. (Orð.14,26; Josva 24,15; Ef.6,4; Orð.22,61.Tess.4,4-5Ef.5,22-33Kol.3,18-251.Pæt.3,1-7;).”
  • Filmslag: Drama, foreldur, familja, bøn
  • Trýst her: Trailer, IMDb, Keyp

.

.

Soul Surfer

Soul Surfer
 (2011):
Filmurin snýr seg um tannáringin Bethany Hamilton, ið reisir seg upp aftur og fer aftur at surfa, eftir at hon hevur mist armin av einum háva-álopi (Ják.1,3).”
  • Filmslag: Biografi (ævisøga), drama, familja, royndir
  • Trýst her: Trailer, IMDb, Keyp

..

..

Gracecard
The Grace Card 
(2010):
“Filmurin snýr seg um, hvussu Guds náði er nýggj hvønn morgun (Sorg.3,22-23). Umvit móttaka hesa náði og geva hana víðari til okkara næstu, so er ein nýggjur møguleiki at endurbyggja vinabond. Eisini er tað ein møguleiki at vísa Kristi kærleika í orði og ger. (Ef.5,22-26)”

.

.

Gifted Hands
Gifted Hands: The Ben Carson Story
(2009):
 “Gifted hands er bygdur á eina veruliga hending um Ben Carson, sum bleiv ein víðagitin skurðlækni. Hann vaks upp saman við mammu síni og beiggjanum og fekk at vita í skúlanum, at hann ikki dugdi til nakað. Tó broyttist lagna hansara.” – Durita H. Jacobsen
  • Filmslag: Drama, ævisøga (biografi), stríð, happing, familja, at tæna Gudi
  • Trýst her: Trailer, IMDb,

.

.

How to save a life
How to Save a Life
 (2009):
 “Filmurin snýr seg um stóra spurningin: “Hvussu brúkar títt lív?” Ungi, drongurin í filmurin ger av at broyta lívsstíl og stevnumið. (Fil.4,6-7).”

.

.

Fireproof
Fireproof
 (2008):
 “Ein filmur um, hvussu Gud kann grípa inn og bjarga einum hjúnabandi, tá vit venda okkum til Hansara gjøgnum Bíbliuna og bøn. (1.Tess.4,4-5; Ef.5,22-33; Kol.3,18-25; 1.Pæt.3,1-7Hás.8,6-7).”
  • Filmslag: Drama, romantikkur, hjúnarbandi, bøn
  • Trýst her: TrailerIMDb, Keyp

.

Pílagímsferðin

Pilgrim’s Progress – Journey to Heaven
(2008):
Filmurin er gjørdur eftir undrunarverdu bókini eftir John Bunyan “Pílagrímsferðin”. Filmurin snýr seg um andaliga bardagin eitt menniskja møtir, tá tað skal taka avgerðina um at fylgja Jesusi eftir.

.

.

One night with the king
One Night With the King
(2006):
Filmurin er gjørdur eftir Bíblilsku søguni um Ester og nakað er lagt afturat í filminum. Filmurin snýr seg um vøkru Ester, ið verður drotning yvir Persia. Sum drotning hevur hon møguleikan at bjarga øllum jødunum undan einari stórari vanlukku.
  • Filmslag: Biografi (ævisøga), drama, søga, lýdni, vakurleiki
  • Trýst her: Trailer, IMDb, keyp
  • Kann síggjast á: Youtube

.

.

Facing the Giants

Facing the Giants
:
(2006) “Filmurin snýr seg um ein trenara, ið nýtir sína trúgv á Jesus at fara í herna móti ótta og ótta fyri vanlagnu. (1.Sám.14,45; 1.Jóh.4,4; Josva 1,9; Hebr.13,6; “Óttast ikki” verður nevnt 365 ferðir í Bíbliuni).”
  • Filmslag: Drama, ítróttur, mótstøða, bøn
  • Trýst her: TrailerIMDb, Keyp

.

.

Faith like Potatoes

Faith like potatoes
 (2006):
“Filmurin snýr seg um ein bónda, ið stríðist við avbjóðingar, trupulleikar og persónligan ruðuleika. Tá hann gevur sítt lív til Jesus Kristus broytist alt. (Rómbr.1,16Rómbr.5,1Fil.4,6-7).”
  • Filmslag: Drama, umvending, bøn, úthaldni
  • Trýst her: TrailerIMDb, Keyp

.

.

mv5bmti5mtkxmda4m15bml5banbnxkftztcwnja4mjg0mq-_v1_ux182_cr00182268_al_

Amazing Grace
(2006):
 “Filmurin snýr seg um William Wilberforce, ið stríddist fyri Harran við at niðurleggja trælahandilin. Wilberforce vágaði alt og broytti søguna fyri Ongland og síðani fyri allan heimin. (1.Sám.15,22; Fil.2,8; Sálm.106,3; Matt.10,28; Áp.10,34; Gal.2,6; Ják.2,9; Orð.24,23; 5.Mós.16,19; 5.Mós.10,17).”
  • Filmslag: Drama, søga, biografi (ævisøga), mannamunur, lýdni
  • Trýst her: TrailerIMDb, Filmur, Keyp

.

.

Ens of spear
End of Spear
 (2005):
Ein grípandi og ógloymandi filmur, um nakar trúboðarar, ið tæna Harranum og boða evangeliið líka til deyðan. (Fil.1,21; Gal.2:20).”
  • Filmslag: biografi (ævigsøga), drama, fyrigeving
  • Trýst her: Trailer, IMDb, Keyp

.

.

The Magic of the ordinary days

The Magic of the Ordinary Days
(2005):
 “Eisini ein romanikkari um eina kvinnu, ið er vorðin við barn uttanfyri hjúnarband. Hon verður tí tvungin at giftast við einum bónda í hesum drama frá 2.heimsbardaga. (Hás.8,6-7).”
  • Filmslag: Drama, romantikkur, avleiðingar, náði og fyrigeving
  • Trýst her: TrailerIMDbFilmur

.

.

Narnia

The Chronicles of Narnia: The Lion, the Witch and the Wardrobe
(2005):
 “Filmurin er gjørdur eftir bókini, við sama heiti, eftir C.S. Lewis. Filmurin snýr seg um fýra børn, ið ferðast gjøgnum eitt klædnaskáp til landið Narnia. Ævintýrið er spegilsmyndir av Bíbliuni.”
Hinar bøkurnar, ið eisini eru gjørdar til filmar eru:
  1. The Chronicles of Narnia: Prince Caspian (2008) (TrailerIMDb,)
  2. The Chronicles of Narnia: The Voyage of the Dawn Treader (2010) (TrailerIMDb,)

.

.

Flywheel
Flywheel
 (2003):
 “Filmurin snýr seg um lýdni fyri Gudi. Týdning, prís og hvussu tað lønir seg. (Sálm.34,10; Sálm.112:1; Sálm.128,4; Orð.3,7; Orð.8,13; Orð.14,2; Orð.31,30; Mika 3,15-18; Matt.5,45).”

.

.

Love comes softly

Love comes softly
(2003):
“Ein av mongum í filmseriuni eftir bókunum hjá Janette Oke. Hetta eru kristnir romantikarar, ið fara fram í “the Wild West”. Eg havi hugt eftir hesi filmseriuni so ofta, og blívi bara ikki troytt av henni. (Ják.1,3; Hás.8,6-7).”
Harafturat eru:
  1. Loves Enduring Promise (2004) (Filmur)
  2. Loves Long Journey (2005) (Filmur)
  3. Loves Abiding Joy (2006) (Filmur)
  4. Loves Unending Legacy (2007) (Filmur)
  5. Loves Unfolding Dream (2007) (Filmur)
  6. Love Takes Wing (2009) (Filmur)
  7. Love Finds a Home (2009) (Filmur)
  8. Love begins (2011) (Filmur)
  9. Love’s Everlasting Courage (2011) (Filmur)
  10. Love’s Christmas Journey (2011) (Filmur)
  11. When Calls the Heart (2013)

.

.

Lord of Rings

Lord of the Rings
(2001):
Filmurin snýr seg um ein máttmiklan Ring, ið er skaptur av Sauron. Av tilvild fær Hobbin Frodo hendan Ring og endar so (saman við 8 øðrum) við uppgávuni at fara eina langa ferð yvir um Middle Earth fyri at oyðileggja Ringin. Filmurin/søgan hevur fingið nógvan íblástur frá Bíbliuni.” – Petur B. Poulsen
  • Filmslag: Drama, ævintýr, fantasi
  • Aldursmark, IMDb: 13 ár
  • Trýst her: TrailerIMDbKeyp
Hinar bøkurnar, ið eisini eru gjørdar til filmar eru:
  1. The Lord of the Rings: The Two Towers (2002) (Trailer, IMDb)
  2. The Lord of the Rings: The Return of the King (2003) (TrailerIMDb)

.

.

King of dreams

Joseph: King of Dreams
(2000):
 “The king of dreams er ein teknifilmur, sum er um eina hending í 1. Mósebók. Hendan hending er um Jósef, sum verður seldur sum trælur av beiggjum sínum til Egyptalands, men við Gudi og sínum dugnaskapi verður hann ein av hægstu monnum í landinum. Filmurin er sera væl egnaður til bæði børn og vaksin. Sangløgini í filminum eru fantastisk.” – Durita H. Jacobsen
  • Filmslag: Drama, Familjufilmur, Animation, Biografi (ævigsøga)
  • Trýst her: Trailer, IMDb Keyp

.

.

Prince of egypt

Prince of Egypt
(1998)
“The prince of Egypt er ein teknifilmur, sum er um eina hending í 2.mósebók. Hendan hending er um Móses, sum sum barn verður førdur til Farao av mammu síni, tí Farao hevði givið boð um, at drepa øll dreingjabørn hjá Hebrearum í Egyptalandi. Móses verður móttikin av dóttir Farao og gerst ein teirra. Nøkur ár seinni verður Móses tó kallaður eina aðra leið. Sangløgini í filminum eru fantastisk.” – Durita H. Jacobsen
  • Filmslag: Drama, Familjufilmur, Animation, Biografi (ævigsøga)
  • Trýst her: Trailer, IMDbKeyp,

.

.

mv5bzmnjm2m1n2utowiwnc00yje0ltljnwutngjjymuwmjnjzdzixkeyxkfqcgdeqxvymzu0nzkwmdg-_v1_uy268_cr10182268_al_
Treasures of the Snow
(1980):
Hetta er ein eldri filmur um hatur, øvundsjúku og fyrigeving. At vinna fyrigeving ærliga. Filmurin er gjørdur út frá bókini við sama heiti. Á føroyskum eitur bókin “Dýrgripir kavans.” (Luk.11,4; Sálm.25,11, Fil.3,14)

..

..

 KEYP
 // FILMAR
Omanfyri eru hugskot til andaligar filmar. Filmarnir kunnu síggjast á live in the biblenetinum. Nakrir eru at finna á Netflix til tíðir og á Youtube. Aðrir kunnu keypast á iTunes, ella í Logos Bókasølan í Havn, Vitin í Runavík og Gjamma. Logos Bókasølan kann bíleggja filmar og bøkur heim, sum tey ikki eiga á lagur. Fleiri ung bestilla bøkur og filmar á Amazon.com

.

MANGLA // UMMÆLI
  • The Blind side:
  • Left Behind (2002) Keyp
  • Left Behind II Keyp
  • The Passion of the Christ Keyp
  • When the Game Stands Tall
  • No Greater Love: Keyp
  • Woodlawn:
  • The secrets of Jonathan Sperry: 
  • To Joey with Love
  • Gifted Hands Keyp
  • Hansie Keyp
  • The Amazing Love – Story of Hosea Keyp
  • The Final Inquiry Keyp
  • The Courage to Love
  • The Pursuit of Happyness
  • Home Run
Hevur tú onkran andaligan film, ið sær dámar, send okkum eini boð.
Skriva viðmerking