EINGIN NÁTT / NO MORE PAIN – David Phelps

Elski hendan sangin um Himmalin, har tað verður ei longur nátt, ei longur pina, tár og eingin grátur longur! Hendan vónin gleðir mítt hjarta so. Henda vón hjálpir mær at vera tolin í trongd og áhaldandi í bøn. Hetta er ríka troystin, sum ger at eg kann lyfta høvdið høgt og lova Gudi hvønn dag, eisini teir myrku, mótfalnu dagarnar.

.

Róm. 12:12 sigur:
“Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini!
Mín yndis sangur fyri tíðina. “

.

Niðurlagið í sanginum:
“Eingin nátt, ei pína,
Eingin tár, eingin grátur longur
og prís til Hann, sum sigur vann
Vit liva tá í ljós hins risna lamb”

Lurta her: https://youtu.be/4iPIi7sunEU

 

Skriva viðmerking