Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Eg var ein túr á strondini í dag. Kalda lotið kíndi mær um ennið. Aldurnar sungu fyri mær og kitlaðu mær undir iljarnar. Krossfiskarnir veittraðu til mín sum eg gekk fram við teimum og hjálpti nøkrum av teimum aftur í stóra, bláa havið.

.

Sum eg sá smáar dýrgripir í sandinum, steinar og skeljar. Ja, fyri mær gimsteinar, so kundi eg ikki lata vera at henta teir. Henta teir, vaska sandin av teimum og turka teir við klædnafaldinum.

.

Alskyns litir glógvaðu í hondum mínum, og mítt hjarta frøddist um hesar undurfullu og so einfaldu dýrgripir. Stolt, ovurfegin vísti eg mammu, pápa og mínum systkum hesar dýrgripir. “Waauw”, søgdu tey, sum tey spílaðu eyguni út og eygnabráð teirra blotnaðu. Eg bar teir heim við til hús í klædnafaldinum og gav teimum eitt serligt pláss í kamarinum, so øll kundu síggja hesar gimsteinar.

.

Sum Harrin elskar okkum. Hvussu dýrabar munnu vit ikki vera í Hansara eygum. Hvussu stóra umsorgan man Hann ikki hava fyri okkum, at Hann tekur sær av okkum.

.

Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein smápening! Og hvørgin teirra fellur til jarðar, uttan Faðir tykkara vil. Á tykkum eru enntá øll hárini á høvdinum tald. Verið tí ikki ræddir! Tit eru meiri verdir enn mangir spurvar.” (Matt.10,29-31)

.

Harrin sær okkum og hevur slíkan tokka til okkum, at Hann ofraðiSítt lív í okkara stað. Hann sær okkum, hvønn ein av okkum, sum dýrgripir, sum Hann ynskir at taka upp í Sína varðveitandi hond.

.

Við Hansara grøðandi hond, ynskir Hann at vaska syndina av, halga okkum og turka tár okkara við Hansara snjóhvíta klædnafaldi. Hann gleðist um okkum, vit sum eru Hansara skaparverk, Hansara “masterpiece”.

.

Nú bíða vit, vit sum hava tikið ímóti Honum í trúgv, inntil Hann kemur aftur og tekur okkum heim.

.

Og táið Eg eri farin burtur og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi Eg aftur og taki tykkum til Mín, so eisini tit skulu vera, har sum Eg eri.” (Jóh.14:3)

.

At leita eftir dýrgripum

.

Dýrgripir

Skriva viðmerking