BØKUR UM HJÚNABAND OG PARLAG

couple after GOd's heartA Couple After God’s Own Heart (Jim & Elizabeth George): “Afturat “A Man After God’s Own Heart” og “A Woman After God’s Own Heart” hava Jim og Elizabeth George skrivað hesa bókina. Tey fara ígjøgnum pør í Bíbliuni, sum kunnu vera fyrimyndir fyri pør í dag. Har ímillum eru t.d. Ábraham & Sára, Boas & Rutt og Jósef & Maria.” Sigrið Nicodemussen

.

.

visionary marriageVisionary Marriage (Rob & Amy Rienow): 
“Visionary marriage er ein sera opin og erlig bók um hjúnabandið. Rob Rienow og konan Amy Rienow skriva um forlovilsi og hjúnaband út frá einum Bíbilskum sjónarhorni, og tey eru ikki bangin fyri, at nema við tey heilt sárbæru evnini. M.a koma tey inn á, hvat Gud sigur um at gifta seg við einum vantrúgvandi maka, og hvat Gud sigur um hjúnaskilna. Eisini tora tey eisini at skriva um, hví vit sum menn og kvinnur hava ymiskar rollur í lívinum og í hjúnabandinum.” –  Durita H. Jacobsen(1.Tess.4,4-5Ef.5,22-33Kol.3,18-251.Pæt.3,1-7Hás.8,6-7).

“Eg taki undir við Duritu, og má ásanna at hendan bókin hevur longu verið mær til signing sum single.” – Dina Jensdóttir Bech

Annað: Heimasíða, Youtube video um evni...

.

.

51rv-3xwejl-_sx321_bo1204203200_The 5 love Languages (Gary Chapman): 
“The 5 love languages” er ein av mongu bókunum, Gary Chapman úr USA hevur skrivað. Bókin er fyrst og fremst skrivað til pør og hjún. Hon viðgerð tey fimm kærleiksmálini. Bókin gevur nógv góð og greið dømi um, hvussu hjún, ið hava havt trupulleikar í nógv ár, hava sett seg í samband við Chapman, og fingið hjálp, sum broytti teirra kærleikslív.”Sigrið Nicodemussen

Annað: Ummælið, Heimasíða, Youtube video um evni

.

.

LoveologyLoveology (John Mark Comer): 

“Í hesi bókini deilir John Mark Comer, Guds ætlan við hjúnabandinum, tá Hann skapti Ádam og Evu í Eden. Bókin byrjar við Guds sjónarmiðið á hjúnaband. Síðani viðgerð bókin kyn, kynslív, romantikk, at vera single, og hvat tað merkir at vera maður og kvinna. At enda endar bókin við einum ráðum Q&A við mest spurdu spurningunum um kynslív og forhold.

Hendan bókin er fyri single, forlova pør og nýgift, ið hoyra til ella ikki hoyra til eina samkomu, ið ynskja at læra hvat Bíblian sigur um kynslív og forhold.”

Annað: Youtube seria, 4 partar, Bók trailer

.

.

Is God antigayIs God anti-gay? (Sam Alberry): 

“Hetta er eitt nógv umrøtt evnið í løtuni. Trúgvandi, samkomur og Bíblian tykjast at vera eitt stig aftanfyri, nútímans hugsjónini um samkyndleika. Eitt vaksandi tal, broyta hugsjón. Er Gud so homofob? Hvat skulu vit svara og hvussu skulu vit vera yvir fyri trúgvandi og vantrúgvandi, ið uppliva sama kyns attraktión?

Hetta er ein stutt, einføld bók, her Sam Alberry ysnkir at hjá ørkymlaðum trúgvandi at skilja, hvussu Gud svarar hesum spurningum í Bíbliuni.”

Annað: Youtube tala, Bók trailer

.

.

Sex and the Single GirlSex and the Single Girl (Dr Juli Slattery):

Kynslív er eitt nógv umrøtt evni nú á døgum, og lítið skil er á kjakinum. Hendan bókin er ikki tað vanliga “ja og nei” svarið, men gevur eina djypri og breiðari fatan um, hvat tað merkir at æra Gud við sínum kynslívi. Hendan bókin arbeiðir fyri, at gera single/stakar gentir førar fyri at skilja teirra kynslív, og líta á Gud til endurloysing, grøðing og geva teimum dirvi at standa ímóti tí nýtíðar mentanin og bløð siga um kynslív.

Annað: Tos um bókina

.

.

MANGLA // UMMÆLI

Skriva viðmerking