BØKUR TIL KVINNUNA

Girl Defined

Girl-Defined (Kristen Clark & Bethany Baird):
“Bókin snýr seg um, hvussu Bíblian definerar vakurleika í gentum og kvinnum í mun til, hvussu heimurin definerar vakurleika. Kristen og Bethany hava ikki bara skrivað hesa bókina, men tær hava eisini eina heimasíðu www.girldefined.com og eina YouTube kanal, har tær leggja eitt nýtt video út hvønn mikudag.” Sigrið Nicodemussen

Trýst her: Ummælið; Heimasíða; Youtube

.

.

Redefining beautiful

Redefining beautiful (Jenna Lucado):
“Skrivað av Jenna Lucado. Bókin snýr seg um, hvat vakurleiki í grundini er. Jenna fer í dýbdina, hvat Bíblian sigur um vakurleika. Bókin er á enskum og er lætt lesilig og ungdómslig.”   –  Dina Jensdóttir Bech

Trýst her: Bókaummæli, Youtube bóka trailer, Youtube tanki frá Jenna

.

.

keep a quiet heart

Keep a Quiet Heart (Elisabeth Elliot): “Hendan bókin minnir um eina andaktsbók, har tú kanst lesa ein kapittul hvørja ferð, og evnini broytast. Bókin er kanska serliga skrivað til mammur við børnum, men hon er áhugaverd at lesa. Í høvuðsheitum eru evnini býtt upp í 5 partar, og so eru tað fleiri evni undir hvørjum parti. Til dømis er “The Christian Home” eitt evni. Endamálið er, sum heitið sigur, at fáa eitt “quiet heart” í gerandisdegnum.” Sigrið Nicodemussen

.

.

the power of a praying wifeThe Power of a Praying Wife (Stromie Omartian): “Hendan bókin er um, hvussu ein kona kann biðja fyri manni sínum. Har eru 30 kapittlar í bókini við ymiskum evnum, sum altíð enda við eini bøn fyri manninum. Tað fyrsta evnið er “His Wife” og er um, hvussu ein kona fyrst og fremst má ikki má vera sjálvglað og t.d. biðja um, at maðurin skal broytast, um hon sjálv treingir til at broytast. Hetta er ein hjálpsom bók fyri giftar konur, og fyri ungar gentur, sum vilja fyrireika seg til framtíðina.” Sigrið Nicodemussen

.

.

A woman After God's own heart

A Woman After God’s Own Heart (Elizabeth George):
“Bókin fortelur okkum, at vit mugu raðfesta Gud fyrst, síðani mannin, so børnini, heimið, virksemið innanfyri samkomuna og til síðst onnur ting. Dentur verður lagdur á, at alt vit gera má vera gjørt sum ein kvinna eftir Guds egna hjarta. Eg fari at viðmæla øllum ungum gentum og kvinnum at keypa og lesa bókina, tí hon er verd at lesa!” Sigrið Nicodemussen

Trýst her: Ummælið

.

.

The Excellent WifeThe Excellent Wife (Martha Peace): 
“Martha Peace hevur skrivað bókina. Bókin er um, hvussu ein kann vera ein góð kona út frá Bíbilskum sjónarhorni. Martha Peace rýmdi sjálv frá manni og børnum, tí hon var ólukkulig í hjúnabandinum. Men ein dagin fekk hon eitt kall frá Gudi um at venda aftur til tey. Í dag hjálpir hon túsundtals av kvinnum, sum kenna seg ólukkuligar í hjúnabandinum og gevur teimum góð og bíbilsk ráð um, hvussu tær uttan at rýma kunnu gerast lukkuligar.” –  Durita H. Jacobsen 

.

.

MANGLA // UMMÆLI

Skriva viðmerking