ÆLABOGIN

 Ælabogar eru nógva staðni at síggja í hesum døgum, serliga kring Løgtingsvøllin. Hart verður rópt um javnrætt, stoltleika og tolsemi.

Mangan havi eg undrast á, í øllum hesum rokanum, tey einfaldu orð mamma mín segði við meg, tá eg var lítil: “Tá tú sært ælabogan, so minst til, at Gud elskar teg!” 

Við gleði kundi eg mangan rópa:mamma, mamma, hygg ælabogin, Jesus minnir meg á Hann elskar meg!”

Tá eg var lítil, so teknaði eg trý ting: Gulu sólina, í einum horni á pappírinum, grøna grasið niðast og ælabogan í miðjuni við alskyns litum, ja onkuntíð var enntá svart uppí.

Sagt var jú altíð: “ælabogin hevur allar litir”. Men vit undraðust viðhvørt á, hvar svarti liturin var á tí himmalska ælaboganum. 

Snedugt, sum øll aftur eru vorðin kyrr um ælabogan. Ælabogan, ið Gud skapti til at minna okkum á, hvussu Hann elskar okkum. Elskar okkum við eini náði, ið er nýggj hvønn morgun.

Ælabogin í Bíbliuni verður nevndur í Gamla Testamenti beint eftir vatnflóðina. Har stendur:

Framvegis segði Gud: “Hetta er tekinið uppá sáttmálan, ið Eg til ævigar tíðir geri millum Meg og tykkum og hvønn livandi skapning, ið hjá tykkum er: Boga Mín seti Eg í skýggið, og hann skal vera tekin uppá sáttmálan millum Meg og jørðina. Tá ið Eg dragi skýggj yvir jørðina, og bogin so sæst í skýggjunum, tá skal Eg minnast sáttmálan, ið er millum Meg og tykkum og hvønn livandi skapning av øllum holdi, og vatnið skal aldri aftur verða ein vatnflóð, sum oyðir alt hold. (1.Mós. 9:12-15)📖

Hevði Gud rætt at døma syndina, órættvísina? Ja heilt vist, Hann er rættvísur!

Valdi Hann at vísa Nóa, ið trúði honum, náði? Ja! Hví? Tí líka so væl sum Gud er ein rættvísur Gud, so er Hann eisini ein kærleiksfullur Gud. Tí sendi Gud Son Sín Jesus, at doyggja fyri okkara syndir.

Jesus leið háð, spott, varð gjørdur fyri skomm, varð settur lægri enn nakar, men leið alt hettar í tolsemi fyri teg. Gud gjørdi alt fyri teg, tí Hann elskar teg og ynskir tú skalt koma at kenna Hann.

Men hvat gert tú við tað? Tekur tú av hesum, ið Jesus gjørdi fyri teg? Trupulleikin er, at um tú ikki tekur ímóti so kemur tú í ævigan dóm, ikki í vatni, men eldi. Hvat gert tú? 

Eg havi tikið ímóti Jesusi og í hjarta mínum er ein ælabogi, lyftið um náði Guds móti mær, at Hann skal taka meg heim til Himmals ein dag skjótt. .

Næstu ferð tú sært ælabogan í dag, minst til, at Gud elskar teg, og Hann vil koma at kenna teg.

 

Ælabogin

Facebook – Ælabogin

#DinaPosts

Skriva viðmerking

Author: Dina Bech

Dina Jensdóttir Bech fødd í 1996 (22 ár). Hon er 3 árs læraralesandi á Setrinum. Sum 9 ára gomul tók Dina ímóti Harranum við trúgv av náði. Sum 10 ára gomul lat Dina seg doypa, tí hon ynskti at vera Harranum lýðin.
Í dag virkar Dina millum gentur og ungar kvinnur í Føroyum, og so umsitur hon heimasíðuna Vakurleiki.fo. Til dagligt dámar Dinu at njóta drekkamunnar, ljósareytt, at skriva, flenna, roksa, koyra biltúrar við systur síni, 1.Jóh.4,9-10 og at drekka cappocino (kaffi). <3